Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Innlendis ítróttur

FSF: Sum liður í arbeiðinum at gera eina langtíðar menningarætlan fyri gentu- og kvinnusíðuna, bjóðaði Fótbóltssamband Føroya øllum limafeløgunum til fund, har høvuðsendamálini vóru hugarok og kjak um menningarátøk til frama fyri føroyskan kvinnufótbólt.

Umframt venjarar, umboðsfólk og nevndarlimir úr fótbóltsfeløgunum kring landið, vóru landsliðsvenjarar á gentusíðuni, fótbóltsmennararnir hjá FSF og Anja Rein, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya, eisini millum luttakarnar.

Fundurin byrjaði við framløgu, har Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í FSF, millum annað greiddi frá strategi’ini “Kvinnur í fótbólti”, sum eitt nú leggur upp til at fáa fleiri kvinnuligar dómarar og venjarar. Síðan greiddi hann eisini frá átøkum og gongdini á gentu- og kvinnusíðuni seinastu árini, umframt avbjóðingum, sum bæði krevja langskygdar loysnir, eins á átøk her og nú. Eftir hetta var hugarok og framløgur í bólkum, sum Margit Stórá samskipaði.

Nógvir ymiskir vinklar
Á fleiri økjum eru stór framstig hend á gentu- og kvinnusíðuni seinnu árini. Til dømis er regluligt landsliðsvirksemi heilt niður til U15-aldursbólkin, fótbóltstilboð og kappingar eru komnar til gentur U6/7 og U8/9, kvinnulig umboðan er komin í starvsnevndina hjá FSF og lønarviðurskiftini hjá A-landsliðnum við kvinnum eru komin uppá pláss. Men samstundis eru onnur viðurskifti, sum bjóða kvinnufótbóltinum av. Fráfall í eldru ungdómsdeildunum og ov fáir leikarar til støðugt at manna liðini í serliga vaksnamannadeildunum, eru nakrar av stóru avbjóðingunum, sum elva til høvuðbrýggj, og sum eisini vórðu viðgjørdar á fundinum hósdagin.

Av tí at evnið og avbjóðingarnar fevna breitt, eru møguleikarnir fyri menning eisini nógvir í tali, og hetta kom eisini til sjóndar í framløgunum, sum í høvuðsheitum snúðu seg um, hvussu til ber at fáa fleiri gentur at spæla og halda fram við fótbólti, hvussu fleiri kvinnur gerast dómarar og venjarar, og hvussu til ber at menna Betri Deildina hjá kvinnum. Nógv góð hugskot og áhugaverdar meiningar komu burturúr framløgunum, og hetta er gott útgangsstøði at arbeiða víðari við langtíðar menningarætlanini fyri gentu- og kvinnusíðuna, heldur tekniski stjórin.

- Uppmøtingin og hugburðurin á fundinum vóru ótrúliga góð, og vit hava fingið nógv gott at arbeiða víðari við. Nógv kann gerast í samband við, hvussu feløgini og FSF skipa venjingar, kappingar og skeiðsvirksemi, soleiðis at vit kunnu fáa fleiri gentur og kvinnur at venja, spæla og døma fótbólt.

Í stóra perspektivinum eru vit nokk eisini mitt í eini hugburðsbroyting, har virðingin og áhugin fyri kvinnusíðuni spakuliga økist. Tað byrjar at ganga upp fyri fleiri og fleiri, at gentur kunnu koma langt í fótbólti, og nú er tað altavgerandi, at vit klára at halda fast í tí gongdini, sigur Pætur Smith Clementsen.

Í FSF verður nú arbeitt víðari við tí, sum kom burturúr fundinum hósdagin, og ætlanin er at bjóða inn aftur til líknandi tiltak í vetur fyri at koma nærri ítøkiligum átøkum at seta í verk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo