Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Tónleikur

Rockbólkurin Moirae fer nú at savnast aftur til eina serstaka framførslu í summar. Rockbólkurin, sum hevði sína stórtíð seinna partin av níti árunum, verður við á ársins Summar Festivali.

Moirae gjørdi fyrstu ferð veruliga var við seg í Prix Føroyar tónleikakappingini í 1995, sum teir vunnu. Árið eftir góvu teir fløgu út og fingu fleiri hitt, og tvey ár seinni kom enn ein útgáva frá bólkinum. Millum kendastu sangirnar hjá bólkinum eru »Eg flýggi til tónleikin«, »Tú« og »Hvussu kann eg vita?«.

Moirae spældi sera nógv live. Ofta var pallurin í ítróttarhøllunum – á Kambsdali, í Havn og aðrastaðni – og kvøld eftir kvøld flokkaðust fólk til teirra framførslur. Nú eru nógv ár liðin, síðani Moirae spældi seinast, og síðani teir góvust, eru festivalarnir komnir. Tað verður tí eitt heilt serstakt høvi, fólk fáa at uppliva bólkin aftur, tá ið hann spælir á landsins størsta tónleikafestivali í august.

Terji Rasmussen er sangari í bólkinum, og saman við honum spæla tónleikararnir Hjalti Joensen, Mikkjal Joensen, Kim Hansen og Kaj Johannesen. Teir vera allir við til framførsluna í summar.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo