Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Innlendis ítróttur

Í annaðkvøld kl. 19.45 bresta Føroyar og Spania saman á Tórsvølli.

Virkandi spanski landsliðsvenjarin Robert Moreno hevði í hesum sambandi tíðindafund í B36-húsinum fyrr í kvøld.

VP spurdi Moreno, um tann heldur ivasami formurin hjá málverjanum David de Gea, sum til dagligt spælir við Manchester United í Onglandi, hevur elvt til høvuðbrýggj hjá spanska venjaratoyminum.

De Gea hevur latið fleiri óheppin mál inn fyri United farnu mánaðirnar - millum annað ímóti FC Barcelona á Camp Nou og ímóti Chelsea á Old Trafford í apríl -, og er spurningurin, um ikki Chelsea málverjin Kepa Arrizabalaga eigur at byrja inni í annaðkvøld.

Men Moreno vildi ikki tosa nakað serligt um formin hjá de Gea.

- Nakrir spælarar hava spælt í heimligu kappingunum inntil fyri tveimum vikum síðan, meðan aðrir hava havt frí longur. Men nei, vit bera ikki ótta fyri forminum hjá spælarunum. Vit hava Kepa (Arrizabalaga) í hópinum, og vit hava havt hesa vikuna til at venja í og fyrireika okkum til dystin í morgin, segði Moreno.

Moreno legði aftrat við ein annan miðil, sum eisini spurdi um de Gea og Kepa, at venjaratoymið viðger gjølla, hvussu tað gongst hjá leikarunum undir venjingunum.

- Hetta er eisini galdandi fyri málverjarnar, helt hann fyri.

Hetta er fyrstu ferð síðan 1997, at Føroyar hitta Spania. Í 1997 vann Spania 3-1 í Gijon, og í 1996 vunnu spaniólar 6-2 á Svangaskarði.

Onnur sitat frá tíðindafundinum í kvøld:

Moreno um Lars Olsen og føroyska landsliðið: Eg vil ynskja Lars Olsen og føroysku leikarunum til lukku. Føroyar royna at spæla sum eitt stórlið og royna at spæla bóltin runt og leggja eitt høgt trýst.

Moreno um at spæla á graslíki: Fáa vit trupulleikar í annaðkvøld, so er tað ikki orsakað av undirlagnum. Leikararnir eru professionellir og hava roynt fleiri ymisk undirløg, og vit ganga út frá, at graslíkið ikki fer at verða nakar trupulleiki í annaðkvøld.

VP gitar: at Spania vinnur 5-0 í annaðkvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo