Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Merkisdagar

Hoyvíkar kirkja er nú 12 ár og á hvørjum ári verður vígsludagurin hildin fyrsta sunnudag í november, alla halganna sunnudag.

Soleiðis verður eisini hesaferð.

Frá kl. 10 nú sunnumorgunin 3. november eru øll boðin til morgunmatar í kirkjukjallaranum.

Kl. 11 verður hátíðarguðstænasta, har Bergtórur Hjelm Bjarkhamar prædikar og hin sóknarpresturin, Theodor Eli Dam Olsen, eisini er við.

Tvey børn verða borin til dópin, og Ragnar Olsen spælir klassiskan guitar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo