Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

At ein skipari vil síggja hvat hendir umborð, má manningin tola, heldur reiðarin á Ennibergi, Mortan Johannesen.

Hann svarar einum dulnevndum lesarabrævi her á VP frá einum av manningini, sum kærir sína neyð, tí, sum hann sigur, hann kennir seg at vera undir eftirliti ímeðan hann er til arbeiðis.

Men har er ikki nógv samkensla at heinta hjá reiðaranum sum kortini váttar, at vakmyndatól eru sett upp umborð.

- Fyrr var opið dekk og skiparin sá alt sum hendi, har menn arbeiddu. Nú er nógv undir dekki, og skiparin sær ikki hvat hendir har, sigur Mortan Johannesen. Hann sigur, at manningin má tola, at skiparin sær teir ímeðan teir arbeiða.

- Vit kunnu bara staðfesta, at framleiðslan á fabrikkini er farin upp við minst einum triðingi síðani vit settu kameraini upp. Um menn ganga út at roykja ella hvat tað er, veit eg ikki, men tað kunnu teir gera á frívaktini, sigur Mortan Johannesen.

- Men hann vísir á, at tit hava ikki neyðugu loyvini at seta upp vakmyndatól?

- Tað eru teir við at fáa uppá pláss, sigur Mortan Johannesen, reiðari á Ennibergi í stuttari viðmerking við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo