Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Vinna

Vinnuhúsið: Í farnu viku hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag sett Mortan Simonsen í starv sum ráðgeva í Vinnuhúsinum.

Mortan Simonsen er m.a. útbúgving Cand. Polit. og hevur drúgvar arbeiðsroyndir frá Fíggjarmálaráðnum umframt eitt skifti at hava verið í nevnd og leiðslu í einari størri handils- og tænastufyritøku í Føroyum.

Seinastu tíðina hevur Mortan starvast sum sjálvstøðugur ráðgevi.

Uppgávurnar hjá Mortan í Vinnuhúsinum verða ymiskar. Hann kemur m.a. at ráðgeva Handilsvinnufelagnum og Oljuvinnufelagnum, umframt at gera greiningar o.l. fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og feløgini í húsinum annars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo