Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

- Tit eru her í dag av teirri einføldu orsøk, at tit eru suverenar. Stutt og greitt, segði Annika Olsen, borgarstjóri, tá hon í gjár seinnapartin tók ímóti kvinnuliðnum Hydra hjá Ljósinum í Móttøkuhúsinum.

- Kappingarárið hevur verið óvanliga gott hjá tykkum. Tit hava rokkið øllum málum, sum tit sjálvar settu tykkum fyri at røkka í kappingarárinum. Tit hava vunnið alt, sum vinnast kann, og fingið avbera góð úrslit í altjóða kappingum úti í heimi. Tit eru bestar í danska kongaríkinum. Men úrslitini eru kortini nógv størri enn hetta, tí talan er um sera góð úrslit í altjóða høpi.

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo