List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

FSF er í løtuni vertur fyri EM-undankapping hjá U17-gentum, og í hesum sambandi bjóðaði Tórshavnar kommuna umboðum fyri luttakandi londini umframt umboðum fyri UEFA og FSF til ein miðmála í Móttøkuhúsinum í dag.

Seinastu dystirnir verða leiktir á Tórsvølli og í Gundadali í morgin. Afturat føroysku gentunum luttaka U17-liðini hjá Norra, Slovenia og Aserbadjan.

Annika Olsen, borgarstjóri, nýtti høvi til at takka UEFA fyri álitið at kunna hýsa undankappingini í Føroyum. Borgarstjórin fegnaðist eisini um, at FSF verður vertur fyri endaspælinum hjá U17 gentum í 2021.

Kappingin í løtuni er tí eisini við til at geva føroyingum nakrar góðar royndir við at skipa slíkar kappingar.

Tórshavnar kommuna hevur eina greiða ætlan um at vaksa um altjóða tiltøk og kappingar, sum verða hildnar í høvuðsstaðnum. Tí hevur kommunan eisini sett pening av til MICE seinastu árini, sum snýr seg um at fáa ráðstevnur, fundir og annað hendavegin.

Á myndini niðanfyri eru Annika Olsen, borgarstjóri, og umboð úr UEFA úr Norðurírlandi, Roy Cathcart.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo