Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Ole Gunnar Solskjær fær rós frá tí annars atfinningarsama José Mourinho eftir javnleikin móti Liverpool.

VG skrivar at norðmaðurin leikti við 3–5–2-formasjónini og fær rós fyri sína taktisku ætlan í tí sum sá út at gerast eitt sigurskvøld líka til Adam Lallana javnaði tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

– Ole og United eru helst eitt sindur skuffað eftir ein so fantastiskan innsats. Undan dystinum eftirlýsti eg hjartað. Men teir høvdu meira, teir høvdu eina ætlan, og teir hildu seg til hana, sigur Mourinho í Sky Sports-studionum.

– Var eg Ole, var eg stoltur, og eitt sindur frustreraður tí teir ikki megnaðu at halda nullið, sigur maðurin sum misti jobbið sum Manchester United-venjari í desember.

Fyrrverandi liðfelagin hjá Solskjær, Gary Neville, var eisini imponeraður.

– Hann rakti perfekt. Ætlanin hjá honum riggaði. Málið kom við nøkrum teir hava arbeitt við hesa vikuna, sigur Neville, sum sipar til kontringsmálið tá skjóti Daniel James serveraði málskjúttanum Marcus Rashford við einum perfektum innleggi eftir jørð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo