Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Tekstlýsingar

Í sambandi við økta virksemi okkara í Føroyum og góðum útlitum fyri meiri arbeiði komandi árini, sóknast vit eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum skrivstovufólki til skrivstovu okkara í Tórshavn.

Tú fert at taka tær av fyrisitingarligum uppgávum á skrivstovuni, umframt á byggiplássum í nærumhvørvinum.

Arbeiðssetningur og ábyrgdarøki
Tú verður partur av MT Højgaard Føroyar við beinleiðis tilvísing til deildarleiðaran. Arbeiðið er fyrisitingarligt, arbeiðsuppgávurnar fjølbroyttar og kontaktflatan breið. Tú kemur at samstarva bæði við okkara toymi, undirleverandørum og starvsfeløgum í Danmark.

Tær skal dáma at at arbeiða í broytiligum umhvørvi, har uppgávurnar fevna vítt. Arbeiðið fevnir m.a. um hesar uppgávur:

• Skipa fyri innivisti til tímalønt og starvsfólk.
• Hjálpa til við setan, uppsøgn og heimsending av tímaløntum arbeiðsfólki.
• Bíleggja ferðaseðlar.
• Prenting av tekningum.
• Dagføra yvirlit yvir útbúnað.

Um teg
Tú ert fyrikomandi og tænastuhugað/ur. Tú hevur skrivstovuútbúgving, hevur royndir frá fyrisingarligum arbeiði og trívist væl í óhátíðarligum umhvørvi. Tú vilt hava arbeiðið at ganga væl, og fylgir við at uppgávurnar verða loystar.

Vit bjóða
Eitt sjálvstøðugt og ábyrgdarfult arbeiði við góðum sømdum, góðari løn og pensión. Arbeiðið er fulla tíð. Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Umsókn
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ewald Kjølbro, deildarstjóri fyri MT Højgaard Føroyar, á tlf. 286335 ella ewk01(at)mth.dk

Send umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) umvegis okkara heimasíðu, tú finnur leinki ovast á hesi síðuni. Freistin at søkja starvið er 22. juli 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo