Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Merkisdagar

Sámal Danielsen, flogovasti, og øll hini starvsfólkini hjá Atlantic Airways vóru til staðar.

Í dag helt Atlantic Airways føðingardag og bjóðaði øllum at vera vælkomin í hangarin.

Á hátíðarløtuni vóru nakrar avdúkingar. Eitt nú fekk listamaðurin Heiðrikur á Heygum listaflog heiðurin frá Atlantsflogi. Og nýggi maskotturin Atlas, sum er ein ompil, varð avdúkaður og hitti fyrstuferð sínar fjepparar.

Jóhanna á Bergi, stjóri, segði millum annað í síni røðu, at hóast nógvar avbjóðingar hava verið á leiðini, so lítir Atlantic Airways nú fram ímóti eini bjartari framtíð við eini vaksandi ferðavinnu.

- Tá ið Wright brøðurnir fyri góðari øld síðani skrivaðu flogsøgu, og fingu eina maskinu á flog í nøkur sekund, vóru  mong, ið tortrúgvin ristu við høvdinum. Somuleiðis vóru tað mong, ið ristu við høvdinum, tá tosað varð um at seta á stovn føroyskt flogfelag á sinni.

- Tíbetur fóru ivandi skeptikararnir skeivir í báðum førunum. Í dag kunnu vit fegnast um ta góðu undirtøku, sum Atlantic Airways hevur fingið sum heild og serliga millum føroyingar. Uttan tykkum var onki Atlantic Airways. Tað er tykkum at takka, at vit nú kunnu hátíðarhalda 30 ára føðingardag okkara.

- So er bert eftir at ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku og takka fyri tey fyrstu 30 árini. Vit gleða okkum at vera til tænastu tykkara í nógv, góð og spennandi ár í framtíðini, segði Jóhanna á Bergi millum annað. 

Her eru nakrar stemningsmyndir frá tiltakinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo