Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Krutl

Síðsta døgnið hava brúkar á sosialu miðlunum rættiliga gjørt vart við seg yvir hesa, at vísa seg, hugnaligu myndina av abbanum sum etur ein burgara.

Tað er abbadóttirin Kelsey Harmon sum hevur lagt myndina út og saman við henni ein tekst sum helst hevur fingið fleiri hundraðtúsund at rakna við.

«Dørgurði saman við abba í kvøld. Hann gjørdi tólv burgarar til øll seks abbabørnini, og bara eg kom :( Elski hann.»

Í umleið eitt døgn er myndin retweetað yvir over 150 000 ferðir, og dámað av yvir 250.000 persónum á Twitter. Og tað trýtur heldur ikki við viðmerkingum, og fleiri skriva at innleggið hevur ávirkað tey almikið.

Sambært Kjendis.no, so skrivar Harmon í dag, at fleiri hava skilt týdningin av, hvussu virðismikil ein omma og ein abbi eru og at virðismeta tey, meðan tey enn eru á lívi.

- Fleiri skriva til mín, at tey fara at vitja ommuna og abban oftari, eftir at hava sæð mítt innlegg. Og tað gleðir meg, men eg havi eisini lisið fleiri syrgiligar viðmerkingar, har fólk skriva at tey hava ikki longur møguleika at vitja ommuna og abban, og eg hugsi um tey.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo