Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Miðlar sum CNN og BBC hava víst myndina, eins og nógvir politikarar eisini hava brúkt hana og sett samband ímillum myndina og veðurlagsbroytingar.

Men hetta er eitt púra vanligt fyribrygdi sum hendir at kalla hvørt ár um várarnar í Norðurgrønlandi, serliga á leiðini við Thule har sum myndin er tikin.

Tað siga granskarar og fleiri fólk sum búgva á staðnum nú.

- Tað sum hendir er, at ísurin er ov tjúkkur, og ongi hol eru í honum, so kavin, sum er bránaður, ikki rennur av ísinum men verður liggjandi, sigur Apollo Mathiassen, sum er veiðumaður og kommunalpolitikari í kommununi Avannaata, við Berlingske Tidende.

Jason Box sum granskar tað tey nevna glaciologi, sigur samstundis, at ein skal vera varin við at knýta myndir sum hesa til veðurlagsbroytingar. 

- Vit brúka grafar og myndir tiknar úr fylgisveinum. Men tað hevur kanska ikki líka stóra slagkraft sum ein mynd sum henda. Veðurlagsbroytingarnar eru veruligar, og tær henda skjótari á Norðpólinum enn aðrastaðni, men henda myndin prógar ikki tað, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo