Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Tað bleiv kempað um hvønn bólt, tá árligu Fótbóltsskúlarnir hjá FSF vóru á skránni 29. og 30. juni - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: - Fótbóltsskúlarnir í ár eydnaðust framúr væl. Veðrið var gott, alt var sera væl fyriskipað, og børnini sóu út til at vera nøgd og glað. Og eisini ordiliga deiligt, at Fótbóltsskúlin hesaferð eisini var í Vági, sigur samskiparin, Christina Ravnsfjall við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Farna vikuskiftið varð árligi Fótbóltsskúlin hjá FSF á skránni. Skúlin bleiv skipaður í samstarvi við HB og B68, og fyri fyrstu fer í nógv ár, var FC Suðuroy eisini við í samstarvinum.

Tilsamans 404 børn luttóku á ársins Fótbóltsskúlum. 194 í Havn, 150 á Toftum, og 58 í Vági.

Myndir: Tórshavn

Myndir: Toftir

Myndir: Vágur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo