Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Sí myndir her

Fiskivinnan má aftur fáa tryggar karmar, var greiði boðskapurin, sum teir 240 áhoyrarnir fingu á stóra fiskivinnifundinum hjá Fólkaflokkinum í Østrøm.

Á fiskivinnufundinum vóru framløgur um flestu tættir í fiskivinnuni, og skilligt var frá teimum, at verandi ótryggu karmar steðga framburðinum.

- Ynskja vit framburð og virðisøking, er neyðugt at endurnýggja seg og ynskja vit eina grøna kós, er eisini neyðugt við endurnýggjan.

- Um tað skal henda er neyðugt, at vinnan aftur fær tryggar og varandi karmar. Neyðugt er, at fiskiloyvini í hvussu er fáa somu gildistíð sum alivinnan, nevnliga 12 ára loyvi. Tá verður møguligt at fíggja og byggja nýtt, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, eftir fundin.

- Uppboðssølan av fiskirættindum virkar beint ímóti ynskinum at endurnýggja. Tí eigur hon at takast av beinanvegin.  

- Heimaflotin má virka undir eini fiskidagaskipin, og tí má alt tos um kvotuskipan til heimaflotan sløkna.

- Við veiðigjøldum, p/f- og kapitalvinnings-skatti, uppboðssølugjøldum og lønarskatti hjá manningum, rindaði fiskivinnan 900 mió. kr í lands- og kommunuskassarnar í fjørð. Tað svarar til 33% av avreiðingarvirðinum. Við so høgum gjøldum, er trupult at byggja nýtt.  

- Um politikarar veruliga ynskja virðisøking og eina grøna kós, er alneyðugt, at vit aftur fáa tryggar og varandi kamar í fiskivinnuni, sigur Jørgen Niclasen.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo