Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

Í kvøld hevur unglingalandsliðið í badminton hjá Føroyum í aldursbólkunum U13, U15 og U17 spælt landsdyst ímóti Íslandi. Og ikki kann sigast annað, at okkara badmintonleikarir gjørdu bart.

Ein liðdystur fyri blandað lið er einmansleikur og tvímansleikur fyri kvinnur og menn og ein blandaður tvímansleikur.

U13 - liðið varð mannað av Adhyu Nandi HBF, Bjarnhild í Buð Justinussen KBF, Aron Kennson ÍF, Nóa Eyðsteinsson MBF og Silas Jacobsen KBF. Allir dystirnir í U13 vórðu vunnir 2-0, so ikki kann sigast annað enn, at vit eiga bestu U13-leikararnar.  Stórur munur var á, hvussu væl okkara U13 - leikarir eru fyri. Tey vunnu allarflestu av sínum dystum stórt.

U15 - liðið varð mannað av Ari Nandi HBF, Rúni Øster HBF, Miriam í Grótinum HBF og Lena Maria Joensen KBF. U-15 vann fýra av fimm dystum, og sostatt vunnu tey landsdystin 4-1. Stórur munur var eisini á liðunum báðum - eitt nú varð dysturin í einmansleiki vunnin 21-1 og 21-3. 

U17 - liðið varð mannað av Ari M. Jacobsen KBF, Jónas Djurhuss HBF, Árant á Mýrini MBF, Mona Rasmusdóttir ÍF og Sissal Thomsen HBF. Hetta varð dysturin, sum varð mest spennandi.

Liðini skiftust um at vinna sínar dystir, so alt skuldi avgerast í seinasta dystinum í blandaðum tvímansleiki - sum varð ein sannur gysari.

Í báðum settunum vóru Mona og Árant aftanfyri, men tey kláraðu at kempa seg upp aftur og vinna settini við teimum tveimum stigunum, sum krevst fyri at vinna settini og harvið dystin.

Dysturin endaði 25-23 og 23-21, so ikki kann sigast annað enn, at hetta varð sera sera spennandi. U17- liðið vann sostatt 3-2 á íslendsku leikarunum.

"Hetta hevur verið ein sera góður dagur fyri føroyskt badminton og okkara ungu leikarar", sigur ein sera fegin formaður í Badmintonsambandi Føroya Erik Engelbrecht Thomsen. "Eg eri sera stoltur av teimum, og hetta lovar gott fyri framtíðina."

Í morgin byrjar kappingin Reykjavík International Games. So spennandi verður at fylgja við, hvussu fer at hilnast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo