Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Fyrrapartin í dag fekk Heðin Mortensen setanarbrævið handað frá løgmanni og er Heðin Mortensen sostatt nýggi samferðsluráðharrin.

Móttøka var frá klokkan 8.30 fyrrapartin, har umsiting, tingfólk og landsstýrisfólk vóru komin saman at heiðra nýggja ráðharranum.

Heðin Mortensen er farin um tey sjeyti, og í røðu síni helt løgmaður ikki, at tað var nakar trupulleiki við aldrinum, tí eldra ættarliðnum hevði hann bara havt góðar royndir av.

Góðskan á myndunum er tíverri ikki av teim bestu, myndatólið er gamalt, men vit tóku nakrar myndir.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo