Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Í góðveðrinum mánadagin byrjaði niðurtøkan av 29 ára gamla skorsteininum á Brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík.

Nýggi skorsteinurin verður 33 metrar høgur og verður hann sostatt nakað styttri enn tann gamli, ið var 58 metur. Tørvur er ikki á so høgum skorsteini longur vegna góðu roykreinsiskipanina, sum IRF fekk í 2006.

Hetta arbeiðið er partur av stórum umvælingar- og útbyggingararbeiði hjá IRF. Í februar steðgaði IRF ovninum á Brennistøðini og byrjaði arbeiðið at taka gamla heittvatnsketilin niður.

Nýggi heittvatnsketilin verður munandi effektivari enn undanfarni og fer IRF at kunnu brenna uml. 75 tons av burturkasti um døgnið, í mun til 60 tons í dag.

Brennistøðin fer harumframt at kunna koyra í 11 mánaðir út í eitt, áðrenn neyðugt verður at steðga fyri at reinsa skipanina, sum eisini er ein betran í mun til í dag.

Seinni í ár verður farið undir at byggja nýggja móttøkuhøll afturat Brennistøðini, ið skal betra um møguleikarnar at skilja burturkastið.

Samlaða íløgan úti á Hagaleiti verður mett at kosta áleið 70-80 mió. kr. og verður eftir ætlan liðug á sumri 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo