Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

Havstovan: Seint í summar var Magnus Heinason á fjarðakanning, har havfrøðiligu viðurskiftini á Skálafirði, Kaldbaksfirði og Sundalagnum vórðu kannað.

Ofta eru lesandi á Fróðskaparsetrinum við slíkar túrar, og í ár vóru tað 18 lívfrøðilesandi, sum vóru við. Tey eru júst byrjað upp á annað lestrarár og taka nú eitt grundskeið við heitinum ‘Jørð, hav og luft’.

Á túrinum kunnaðu næmingarnir seg um ymsu mátingarnar, sum verða gjørdar á einum tílíkum túri, og so hvørt hita- og salt-tølini vóru klár, settust næmingarnir at meta um hydrografisku støðuna á Skálafirði hendan dagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo