Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Skúli

Skúlablaðið/Guðrið Egholm: Skúlablaðið hevur tosað við fimm næmingar, ið ganga í 8. flokki í Skúlanum á Skúlatrøð, og spurt teir, um týdningin at læra fremmandamál, hvat teir halda um útboðið av fremmandamálum í fólkaskúlanum o.s.fr.

Malena Olsen hevur ikki valt týskt, tí at hon heldur vildi hava alisfrøði. Hon kundi valt bæði, men hon vil ikki hava ov nógvar tímar, og hon veit ikki, um hon fær brúk fyri týskum. Um hon hevði kunnað valt millum fleiri fremmandamál, so hevði hon helst valt kinesiskt ella spanskt, sigur hon.

- Eg haldi, at tað er týdningarmikið, at vit læra fremmandamál í fólkaskúlanum. Tað eru so øgiliga fá fólk, ið duga føroyskt, so vit høvdu ikki komið langt við at bara duga føroyskt.

Malena er ikki so áhugað í at læra nýggj mál sum heild, men um tað hevði verið eitt mál, ið hon var áhugað í at læra, so hevði hon helst tímað, sigur hon. Malena heldur, at útboðið av fremmandamálum í fólkaskúlanum er í lagi. Hon sigur, at tað hevur størstan týdning at duga enskt og danskt, men hon væntar, at nógv høvdu hildið, tað verið deiligt, um mann hevði kunnað valt t.d. spanskt ella franskt í 8. flokki.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo