Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Politikkur

Munnligur fyrispurningur til Poul Michelsen, landsstýrismann viðvíkjandi bygningi til Sjóvinnustýrið

- Nær byrjar byggingin av nýggjum Sjóvinnustýrið í Vágum?


Viðmerkingar:

Síðani málsøkið, skipaeftirlit, var yvirtikið, hevur stovnurin verið staðsettur í Vágum. Herfyri var valt at flyta stovnin í leiga høli í Tórshavn. Hetta var bert ein fyribilsloysn, tí Landsstýrið segði, at stovnurin skuldi framhaldandi liggja í Vágum. Løgtingið hevur síðan samtykt at byggja nýggjan bygning í Vágum til Sjóvinnustýrið. 

Síðan tá hevur einki verið at hoyrt um hesa bygging. Landsstýrið hevur seinastu tíðina víst á, at búskapurin er ov heitur, serliga í miðstaðarøkinum, og tí skulu løgur toyggjast.

Nú ljóðar, at bygging hjá tí almennað í miðstaðarøkinum ikki skal bíða, men td. bygging av bygningi í Vágum til Sjóvinnustýrið skal útsetast. 

Fyri at fáa greiðu á hesum, verður hesin spurningur settur.   

17. september 2018

Jørgen Niclasen

løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo