Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Tað hevur ongantíð veri nakað dilemma, at keypa rúsdrekka til tannáring fyri meg. Tað kom ikki uppá tal!

Man skal ikki anstrenga seg at vera vinur við børnini. Man skal vera vegleiðari og foreldur.

Og tá er man onkuntíð órættvísur og ov strangur halda tey og so eru tey ikki blíð eina góða løtu, men man verur góður aftur. Tað má man eisini geva teimum loyvi til og virða.

Tey eru ikki býttari enn tey vaksnu, tey síggja bara ikki um hornini, um man kann siga tað so, vegna manglandi lívsroyndir og unga aldur.

Og man ballast ikki við børnunum. Tað ger man bara ikki. Nær hevur tað hjálpt nøkrum, at læra tey at drekka!?

Eg var allarhelst í so árvakin, men eg haldi ikki  hon hevur tiki nakran skaða av tí. Hevur eitt gott netverk og læran sum sjúkrasystir er komin í helvt.

Nú nøkur ár eftir tannáringa aldurin eru vit eisini vinir og virðingin gongur báðar vegir. Tað má tað so í øllum førum haldi eg.

Sama jabbi upp í saman tímur ongin at hoyra uppá. Tað er bara troyttandi. Onkuntíð skal man handla.

Eg veit eisini tað eru tilfeldi hvar í hesi stakkals foreldur royna alt uttan úrslit, hóast tingini fungeraðu. Summi menniskju makta ikki lívið. Tey eru bara fødd so. 

Men tað taki eg ikki upp her, tað latið eg upp til tey, ið hava skil fyri tí.

AnnaElisabeth

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo