Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Tann fyrsta mars í ár eru akkurát tíggju ár síðani tað herostratiskt kenda "Ungdómshúsið" hjá teimum autonomu í Kjøpinhavn á Jagtvej 69 varð stormað og tikið av politivaldi og nakrar fáar dagar seinni skrætt niður, so toftin enn í dag liggur sum eitt opið sár mitt á Nørrebrúgv.

Eingin einstaklingur og heldur eingin fyritøka hevur higartil  hættað sær at bygt aftur á hetta sera høgliga grundstykkið.

Men tey fægstu av teimum yngru ættarliðunum vita, at tað var akkurát í hesum bygningi, at ein tann mest týðandi og symbolski fundurin tí européisku kvinnurørsluni varð hildin í árinum 1910.

Tá var húsið eitt kent fundarstað hjá tí donsku javnaðarrørsluni og æt "FOLKETS HUS, Jagtvej, Nørrebro".

-  Har var alskyns mentaður, upplýsandi og politiskur aktivitetur fyri ta stóru arbeiðarafjøldina á Nørrebrúgv. 

Tann legendariski feminismu-fundurin var fyriskipaður av tí donsku kvinnurørsluni, men við organisatoriskari hjálp frá tí sterku týsku javnaðarrørsluni og tí socialistisku kvinnurørsluni, sum hevði ta væltalandi lærarinnuna Claru Zetkin á odda.

Tað var eisini tann stálsetta Zetkin, sum á fundinum kom við uppskotinum um, at man skuldi gera tann 8. mars til internationalan kvinnudag frá 1911 at rokna. Uppskotið var næstan einmælt samtykt. Á fundinum vóru knapt 100 kvinnur kvinnur úr 17 ymiskum londum.

Í mínum studentadøgum fingu vit ofta at vita um hetta viðgitna húsið og man sá ofta kvinnubólkar úr næstan allari verðini standa uttanfyri, meðan turistleiðarar greiddu frá kvinnusøguni, men hesin siður datt sjálvandi burtur, tá ið autonomir húsa-herjingar løgdust á bygningin og tóku hann frá Kjøpinhavanr kommunu fyrst í 1970 únum.

Húsið hevði mist sín politiska týdning fyri arbeiðararørsluna og hevði leingi bara ant sum ein biografur við ússaligum repertoire.

Tað átti at verið eitt rímuligt mál hjá teimum norrønu kvinnufylkingunum at tikið hesa toftina aftur og bygt eitt nýtt dynamiskt kvinnubýli á hesum strategiska og søguliga øki mitt í stórbýnum, tí fyribils er eingin annar, sum torir at seta seg niður á eina av teimum bestu byggigrundum í Kjøpinhavn.

Men kvinnurnar høvdu havt tann moralska og kultursøguliga rættin til tað, og áttu tí at tora!

Hvis danskar kvinnur ikki tora fyri teimum autonomu, kundu føroyskar kvinnur, sum hava fingið meginpartin av sínum andaliga viðførningi í Kjøpinhavn at gingið á odda! 

Tað kundi blivið verðins mætasta kvinnupolitiska centrum og ein sterk andstøða móti tí vulgera kvinnufíggindanum í Tí snjóhvíta Húsinum!

Ein treiskur trumfur móti Trumpi!

Virgar Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo