Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Vinna

JFK-samtakið: Úrslitið hjá Pf. Nærabergi, sum eigur og rekur skipini Næraberg, Norðing og Borgarin, var í 2018 eitt hall á 9 mió. kr. eftir skatt í mun til ein vinning á 2 mió. kr. í 2017.

Sølan í 2018 var 277 mió. kr. í mun til 332 mió. kr. í 2017 ella ein afturgongd upp á 55 mió. kr.

Eisini manningarnar hava merkt sviðan. Fallið í hýrunum gjørdist 27 mió. kr. – frá 105 mió.kr. í 2017 til 78 mió.kr. í 2018.

Orsøkin til hallið hjá Pf. Nærabergi er, at felagið í 2018 orsaka av fiskivinnunýskipanini misti 33,5% av svartkjaftakvotuni til uppboðssølu og menningarkvotu.

Les eisini:

Feløgini í JFK samtakinum hava merkt sviðan av fiskivinnunýskipanini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo