Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Merkisdagar

Kommunufelagið: Fríggjadagin 22. januar var móttøka í nýggju og stásiligu hølunum hjá Kommunufelagnum í R.C. Effersøesgøtu 26.  Felagið nýtti tá eisini  høvið til at takka fráfarandi næstformanninum  Magnusi Rasmussen fyri hansara arbeiði seinastu  tvey árini.

Eftir at hann varð valdur í Løgtingið, valdi Magnus Rasmussen at leggja borgarstjórastarvið í Runavík frá sær, og harvið eisini at siga frá sær sessin sum næstformaður í Kommunufelagnum.

Í sambandi við móttøkuna í nýggju hølunum, takkaði Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, Magnusi fyri samstarvið seinastu tvey árini. Magnus varð lýstur sum ein seriøsur, semjusøkjandi og álitisvekjandi politikari, sum altíð vildi loysnir heldur enn samanbrestir.

Nýggjur næstformaður í felagnum verður valdur á komandi stýrisfundi.

Nýggi borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, hevur tikið sæti í stýrinum fyri Magnus.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo