Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

HFS: Í kvøld klokkan 19.30 danska tíð skal føroyska hondbóltslandsliðið leika heimadyst móti Montenegro í Farum Arena.

- Tað hevur verið stákast og gjørt klárt síðan tíðliga í gjáramorgunin í dystarhøllini, Farum Arena, til heimadystin hjá Føroyum í kvøld, skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum. 

- Tað er nógv, sum skal fáast upp á pláss. Hondbóltsgólvið skal leggjast, tribunur hálast út, fløgg hangast upp, LED-skíggjar setast fram við gólvinum, lýsingar klistrast á gólvið og mangt annað.

- Pláss er fyri 3.000 áskoðarum í Farum Arena. Væntast kunnu nakað omanfyri 1.000 áskoðarar til dystin í kvøld móti Montenegro, skrivar heimasíðan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo