Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Politikkur

Tað er ongantíð ov skjótt at rudda tríggjar stórar misskiljingar í føroyskum politikki av vegnum.

Javnaðarflokkurin førir seg fram við, at hann er einasti garanturin fyri okkara vælferðarsamfelagi.

Hetta er ein sjálvútnevning, sum ikki er í samsvar við sannleikan. 

Sannleikin er jú tann, at Javnaðarflokkurin nú í skjótt 4 ár hevur niðurpínt teir, sum gjalda fyri vælferðarsamfelagið, og hann er ikki komin á mál enn. 

Fær hann møguleikan, so heldur niðurpíningin fram eftir løgtingsvalið.

Fiskivinnan skal ómøguligt tjena pengar og skal ikki eiga pengar.

Viđ hesi gongd verður skjótt ongin peningur til vælferðarsamfelagið.

Javnaðarflokkurin førir seg somuleiðis fram sum ein rúmligan, breiðan, fevnandi og alfaðirligan flokk.

Hetta er ein sjálvútnevnan, sum ikki er í samsvar við veruleikan.

Vit vita øll, at Javnaðarflokkurin við løgmanni á odda stendur á odda fyri útihýsing av uml. einum fjórðingi av føroyingum.

Eisini vita øll, at ongin flokkur sum júst Javnflokkurin hevur blakað persónar, sum ikki ganga í takt, út úr flokkinum.

Eru hetta sosilistisku jarnhælirnir, sum stinga undan fitta kroppskinninum?

Tjóðveldi førir seg fram við, at tey eru einasti garanturin fyri frælsi til land og fólk.

Hetta er á sama hátt ein sjálvsútnevning, sum ikki er í samsvar við sannleikan.

Tjóðveldi hevur nú í skjótt 4 ár arbeitt hart fyri at taka virkisfrælsi frá føroyskum vinnulívsfólki, og ongin skal tjena pengar ella eiga pengar.

Fótonglar verða støđugt lagdir ùt.

Málsetningur teirra er ikki náddur enn.

Fær Tjóđveldi og formađur tess møguleikan, so fer hann framhaldandi at stríðast fyri skerdum virkisfrælsi til vinnulívsfólk.

Tað sýnsist, sum ynskidreymurin hjá Tjóðveldi er at toppstýra øllum vinnulívi og sum heild at toppstýra øllum úr Tinganesi.

Flokkurin skeltar við tjóðarfrælsi, men leggi merki til, at í teirra hugaheimi merkir hetta ikki frælsi til fólkið.

Tað er sjón fyri søgn.

Tað skal heimilast landstýrismanninum at stýra øllum við kunngerðum.

Hetta merkir ì veruleikanum frælsi og fríar teymar til at toppstýra øllum ùt í smálutir úr Tinganesi.

Hetta er meir í ætt við einaræði.

Tjóðveldi hevur í verki síðstu 4 árini prógvað, at teir ì grundini eru Føroya mest ófrælsi flokkur og er størsta forðingin fyri veruligum, praktiskum og dagligum frælsi til hin einstaka.

Somuleiðis hava Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi saman við Framsókn nú í skjótt 4 ár arbeitt hart fyri at taka peningaliga frælsi frá føroyingum.

Hetta hava teir gjørt við at leggja avgjald omaná avgjald á alt og øll nù ì skjótt 4 ár,  so ongin skal tjena pengar og enn minni eiga nakran pening.

Fólkaflokkurin harafturìmóti er garanturin fyri veruligum og praktiskum frælsi til hvønn einstakan. 

Frælsi til i at smìða sær eydnuna góða við teim evnum, sum skaparin gav, og blíva løntur fyri tað - ikki revsaður. 

Tað byggir land og tað byggir vælferðarsamfelagið.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo