At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Krutl

Uppskriftin til eitt langt og gott lív ? tað bleiv Theodor Thomassenur spurdur á sínum 105 ára degi:

Nøgdsemi, tað er nøgdsemi !!!

Ja, tá hugsað verður lívið, við sínum ljósu og glaðu løtum, men eisni tá tað brýtur um bæði borð... at duga at verða nøgdur er ein Gudgivin gáva, tí hvat er tað vit stremba eftur ?

Hvat er tað vit stressa yvir?

Hvat er tað vit skeldast um so neistarnir rúka, av og á, og hjá summun altíð?

Alt oftast eru tað pengar sum liggja og oyðileggja alt sum annars skuldi verði so gott.

Pengar skulu til, sjálvsagt, tað er bara so spell at nøgdsemi verður gloymt í resinum um at eiga eitt sindur meira, liva eitt sindur betur!

Í resinum eftir at klára pengarnir sum skulu gera okkum betur enn grannin, verður nøgdsemi gloymt, man hyggur ikki rundan um seg og sær vakurleikan av tí sum er, man skal alla tíðina hava meira!

So spell!

Í mínari verð eru tað tríggjar súlur í lívinum...

1. trúgv
2. nøgdsemi
3. takksemi

Trúgv?
Hon er treyst í tí sum vóna verður, sannføring um teir lutir sum ikki síggjast, at hava frið við mín Gud og frið við mín granna... jú, trúgv er treyst í tí sum vóna verður, hon ber har alt annað syndrast, hon er treystið og lívið.

Nøgdsemi?
Jú, tað er duga at liva við tí man fekk at umsita, lívið broytist, dreymar knúsast, brekkur verða møtumiklar, men at duga at verða nøgd í tí man hevur? Ja, tað er ein Gudgivin gáva vit skulu brúka, dagliga.

Takksemi?
Vit hava so nógv at takka fyri, vit gerast ongantíð liðug at takka um vit duga at síggja tað risastóra í tí lítla.. at duga at takka, sjálvt um tað brýtur í bæði borð, sjálvt um tað sær alt annað enn ljóst út...

Takksemi man verða besti fylgisveinur saman við trúnni og nøgdseminum á lívsleiðini!

Bara nakrir tankar meðan eg bíði eftir sólini henda 18. juni 2019.

Ann Persdóttir Mikkelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo