Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Henda býráðssamgongan lovaði at gera íløgur í børnini og geva dagstovnunum betri rúmd til námsfrøðiligt innihald, trivnað og menning.

Nú fremja vit lyftini.  Vit játta fígging til fyrireiking í 2020.

Vit vilja eisini geva leiðarunum betri umstøður til námsfrøðiliga leiðslu á stovninum. Vit vilja við hesum tryggja, at børnini fáa eina javnt góða námsfrøðiliga tænastu.

Tað hava børnini krav uppá.

Dagstovnaøkið er eitt av týdningarmestu virkisøkjum í Tórshavnar kommunu. Barnatalið undir skúlaaldur er vaksið nærum 13% síðstu trý árini. Politiska skipanin hevur hesi árini verið noydd til at byggja økið út, at so at pláss er fyri øllum.

Men nú er tíðin komin til at gera íløgur í børnini og raðfesta námsfrøðiliga tilboðið so tað munar.

Í mong ár hava dagstovnaleiðarar og starvsfólk víst á tørv um meira fígging og hægri normering. Økið er harumframt trýst, tí at talið av útbúnum námsfrøðingum er alt ov lágt. Hetta hendir samstundis sum krøvini til námsfrøðiligu tænasturnar økjast og gerast meira kompleksar.

Og hetta tekur tíð frá børnunum.

Tí ætla vit at játta í alt uml. 2,7 mió kr. til fyrireiking, eftirmeting og djúphugsni í 2020. Hugsanin er, at við hesum fær hvør stova á dagstovnunum og hvør frítíðarskúlaflokkur tveir tímar til fyrireiking um vikuna. Hetta er fyrsta stig at gera nýggjan fíggjarleist fyri dagstovnaøkið.

Við nærum 40 stovnsleiðarum og einum deildarleiðara má ásannast, at alt ov langt er ímillum leiðsluliðini. Vit vilja tryggja samanhang í skipanini, so at leiðsla er tætt uppá.

Tað hevur dagstovnaleiðarin krav uppá.

Uppskotið um eindarleiðslu, sum nú verður arbeitt við, er ikki at skapa meira umsiting, men at tryggja samanhang í námsfrøðiligu tænastuni bæði viðvíkjandi leiðslu og fígging.

Dagstovnaleiðarin fer framhaldandi at leiða og reka stovnin, men nú í eini samanhangandi skipan. Við hesum verða umstøðurnar til at leiða námsfrøðiliga virksemið munandi betri, har tað eisini er rúmd til trivnað og menning.

Tað hava børnini og starvsfólkini eisini krav uppá.

Gunvør Balle
Forkvinna í mentamálavn Tórshavnar býráðs

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo