Minst til, at jørðin er rund. So tað plássið, vit halda vera endan, er eisini byrjanin
- Ivy Baker Priest
Tekstlýsingar

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til Sóljugarð, at byrja 1. februar, ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv, við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð.

Samstundis verður søkt eftir avloysarum til at byrja skjótast gjørligt.

Vit bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss, har pláss er fyri ymiskleika, og har námsfrøðin støðugt er í menning.

Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá virðisgrundarlagi og Barnaáskoðan, sum eru galdandi fyri alt barnaøkið í Vága kommunu.

Okkara arbeiði byggir á:

• Spornámsfrøði - tað sum hugtekur børnini.

• Viðurkenning - har børnini kenna seg virðismett og avhildin í relasjónini.

• Spæligleði - Vit leggja dent á, at spæl og rørslur hava stóran týdning fyri menningina hjá barninum.

Vit vænta av tær, at tú:

• Hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemi á stovninum.

• Hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugt.

• Ert forvitin eftir at finna “Spor”, lurta og dokumentera.

• Sært avbjóðingar fram um mørk og er opin fyri broytingum.

• Ynskir at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin.

Løn og setanartreytir:

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn skal vera Sóljugarði, Hammershaimbsvegur 9, 360 Sandavágur, ella soljugardur@vaga.fo í hendi seinasta lagi týsdagin 21.januar 2020 kl. 12.00. Viðmerk “Umsókn”.

Meira fæst at vita við at venda sær til Helenu Skarðenni, leiðara, á tlf. 794456.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo