Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Politikkur

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur í dag sent uppskot til nýggja Náttúrumargfeldislóg til hoyringar.

Tað yvirskipaða endamálið við lógaruppskotinum, sum í stóran mun styðjar seg upp at tí norsku naturmangfoldloven, er at fáa til vega dagførda lóggávu, sum setur greiðar lógarkarmar fyri, hvussu ið sitið verður fyri tí føroysku náttúruni.

Uppskotið til náttúrumargfeldislóg kemur í staðin fyri partar av galdandi náttúrufriðingarlóg, men fevnir nógv víðari enn so og brýtur í stóran mun upp úr nýggjum.

Uppskotið er ein týðandi liður í at fremja sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi í føroyskari lóggávu og miðar eftir við burðardyggum brúki og vernd at røkja tað lívfrøðiliga, landslagsliga og jarðfrøðiliga margfeldið umframt tær vistfrøðiligu tilgongdirnar í tí føroysku náttúruni, eisini so at náttúran kann vera støði undir virki, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki.

Eitt nú útvegar uppskotið eitt úrval av amboðum, sum fevna um alt frá strangari vernd til almenn krøv um burðardygt brúk. Eisini ásetur uppskotið krøv um vitanargrundarlag og nakrar almennar umhvørvisrættarligar meginreglur, sum havast skulu sum leiðreglur, tá ið almennur myndugleiki verður útintur.

At sita fyri náttúrumargfeldislógini verður skipað ein fakliga køn náttúrufyrisiting undir stjórnarráðnum.

Freistin at lata inn ummæli er mánadagin 28. mai 2018.

Uppskotið til løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni (Náttúrumargfeldislógin) liggur á heimasíðuna hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum, sí her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo