Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Innlendis ítróttur

Føroyar eru vertir fyri Northen European Championship 2017 (NEC). Hetta er fyrstu ferð at kappingin verður í Føroyum.

Kappingin verður 21. og 22. okt. í høllini á Hálsi, og nú verður gjørt klárt í høllini, har øll amboðini eru flutt niðan úr Fimi.

9 lond luttaka: Ísland, Skotland, Wales, Norra, Svøríki, Danmark, Finland, Írland og Føroyar. Tilsamans eru tað 82 íðkarar baði kvinnur og menn.

Leygardagin 21.okt er liðkapping og all around. Sunnudagin 22.okt eru finalurnar í hvørjum einstakum amboði. KVF sendir beinleiðis frá finalunum sunnudagin, sum byrja kl.12.00-17.00.

Fyri Føroyar luttaka hesi: Christina T. Arge, Astrið N. Breckman, Rebekka I. Rein, Elsbet L. Dalbø, Marý Petersen, Aron Jacobsen, Djóni Sakarisson, Rani A. Dalsgarð, Christopher Klevang og Bogi Berg.

Eisini vera føroyskir dómarar til kappingina, sum eru Anna Margit D. Thomsen, Elinborg T. Durhuus, Vár B. Árting, Pól Esper H. Hansen og Heini í Dali.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo