Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

BankNordik hevur boaðað frá, at bankin í næstum fer at taka eitt gjald frá vinnukundum sum hava upphæddir størri enn eitt vist standandi á bók. Tey sum skulu rinda mest skulu av við hálvt prosent av innistandandi árliga.

Men júst á sama hátt sum rentuinntøkur skulu skattast, so eru rentuútreiðslur loyvdar sum frádráttur í skattskyldugu inntøkuni. Tað sigur grannskoðari, sum VP hevur tosað við.

Eisini Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, heldur, at soleiðis má tað vera.

- Hetta er ein nýggj støða, vit hava mær vitandi ongantíð áður havt negativar rentur í Føroyum, sigur hon við VP.

At fyritøkur fáa útreiðslur av at hava pengar standandi á bók ger helst, at minni partafelagsskattur kemur inn í landskassan.

- Um tað møguliga kann krevjast av fyritøkum við nógvum innistandandi peningi, at tær skulu spjaða hann út á fleiri peningastovnar, so at teir á henda hátt kunnu minka um útreiðslurnar til negativar rentur, tað er ein tanki. Men eg dugi ikki at siga tað beint í løtuni, sigur Kristina Háfoss.

Hon vísir annars á, at lága rentustøðið eisini er ein fyrimunur fyri landskassan.

- Tá landskassin í juni útgav lánsbrøv, endaði rentan við at vera negativ. Tað vil siga, at ístaðin fyri at lata íleggjarunum, sum keyptu lánsbrøvini, rentu, so var endin, at teir skulu gjalda landskassanum rentu, sigur Kristina Háfoss.

Talan var tá um 300 milliónir krónur, og eitt nú peningastovnar keyptu lánsbrøvini fyri at plasera pengar til eina minni negativa rentu enn teir annars skulu lata danska tjóðbankanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo