Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Bjarni Petersen á Facebook: Føroyska fiskivinnan er heilt uppsteggað síðan 2007 eftir at loyvini blivu uppsøgd, hetta meðan øll okkara grannalond hava bygt nýggj nýmótans skip.

Um eg skal taka eitt dømi: Tá Arctic Viking var 1 ár komu grønlendingar umborð at hyggja eftir skipinum og bygdu sær síðan Reginu C eftir A Viking modelli, enntá somu farvu.

Síðan hava somu menn bygt 6 nýggj skip hvørt størri og betri enn tann fyrsta. Nýggjasti av teimum Svend C siglur pendulfart inn á Kollafjørð at landa fulla last av makreli, eitt nýmótans rækju- og uppisjóarskip, ikki kann sigast annað enn at man er ikki sørt øvundsjúkur.

Tá vóru arðir menn sum vóru í Javnarflokkinum, sum Tummas Arabo og Atli Dam, og í Tjóðveldisflokkinum Jógvan Post og Øssur av Steinum.

ONGIN skal fortelja mær at verandi ´Nýskipan´ ger tað lættari at endurnýggja okkum við verandi uppboðsølu og hóttan um minst 60% uppboðsølu (helst 100%) og ikki umsetilig langtíðarloyvir, sum øll okkara grannalond hava.

Heldur ONGIN skal fortelja mær at nú er lættari at sleppa framat fiskvinnuni, men beint tvørtímóti faktis ómøguligt, spyr bara fíggingarstovnarnar.

HVÍ kann fiskivinnan ikki samanlíknast við alivinnuna sum koyrir fínt?? Og fær langtíðarloyvir??

Almenna Kontórshavn skilir ikki at tað er útfutningur, ið fíggjar teirra arbeiði fyri ein stóran part.

Nei her er okkurt spinnandi galið við samgonguni sum skírur verandi reiðarar barónar og bandittar og at hava ´fingið´ fólksins ogn fyri onki.

Hetta verður jabbað upp í saman aftur og aftur.

Nei, her hevur ONGIN fingið nakað fyri onki.

Trupulleikin er at fólk sum ikki eru inni í fiskivinnuni trúgva hesum pástandum bara tað er onkur frøðingur sum ikki hevur pissað i saltan sjógv rópar aftur og aftur og sleppur til orðanna í Útvarpi og Sjónvarpi konstant.

Tey venda tað deyva oyra til, tá menn sum hava skil á hesum og ávara ummaftur og ummaftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo