Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Soleiðis sum farið hevur verið fram seinastu árini, koma Eysturoyggin og Norðoyggjar at gjalda dýrt.

Høgni Hoydal og Tjóðveldi hava avgjørt, at fiskivinnan – tilfeingisvinnan – skal gjalda nógv eyka. Hesar vinnur sum hava lívbjargað sær og 100-tals starvsfólkum og gjørt, at Føroyar mennast, skal rinda dygg gjøld út yvir allan skatt og og onnur gjøld fyri 100tals milliónir.

Poul Michelsen og Framsókn fyri at alivinnan ikki skal hava frælsi at mennast optimalt, skal fjøtrast við gjøldum umframt skatt, kostnaðargjøld o.a. eftir at hava givið mongum hundrað arbeiði, syrgt fyri at Føroyar, við lítlum heimamarkna, menna seg til risa útflutning fyri milliardina.

Aksel Johannesen og Javnaðarflokkurin er bindilið millum hesar báðar og hevur skorðað undir – hóvar honum væl - at hetta letur seg gera.

Og sum ein samandrátt, heldur Ingolf S. Olsen, at sjómenn og reiðarar, sum stríðast á Felmish Cap, skulu takka mirðiliga Landssýrinum fyri, at teir sleppa at gjalda fyri at veiða har yviri.

Teir bjargaðu Suðuroynni – ikki Landsstýrið
Havi spurt meg sjálvan – havi dygt samband við vinnuna her - um hetta sum ger, at føroyska vinnan, nú tað gongur so væl, ikki skal sleppa at varðveita avlop og menna egnu skaptu virði, út frá gávunum okkum eru givnar, uttan at stjórnin tíðum liggur eftir at drena vinnuna fyri at fylla landskassan og breiða seg út um avlopið har. Hetta m.a. ger, at flotin er og verður alt meiri og meiri afturútsigldir sammett við grannarnar.

Landsstýrið hevur í fleiri ára tíggjur tosa um at bjarga Suðuroynni. Hvør gjørdi, at nú fór at ganga frameftir og fólkatalið aftur fór at vaksa: tað var ein fyritøka í Gøtu og ein á Glyvrum. Hesar fyritøkur, sum okkara hávirda stjórn alt meiri drenar. Fyritøka úr Klaksvík ger íløgur á Eiði.

Hvat siga løgtingsfólk og borgarstjórar
At løgtingsfólk í Eysturoynni og í Norðoyggjum og borgarstjórar í hesum oyggjum ikki taka hesa støðu í størri álvara, og samfeldir seta seg saman, tað kann ein stórliga undrast yvir.

– Tað tykist, sum alt hetta bara fer aftur við borðinum uttan víðari hugsan og viðgerð. Mint verður eisini á, at alt hetta hevur álvarsligar avleiðingar fyri avleiddar vinnur!

Samstundis sum alt hetta fer fram, verður alment bygt og bygt og almenni raksturin økist í stórum og um okkara “stoltleiki” Glasir kostar 500 milliónir ella 700 milliónir, hevur ikki tann stóra týdningin. Peningurin verður játtaður.

Nei, fyri vinnuna og fólkið í Eysturoynni og Norðoyggjum er “hetta ikki gamansleikur”!

Jógvan við Keldu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo