Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Neistin skipar komandi tveir dagarnar fyri hondbóltsdøgum í Kollafirði, fyri yngru leikarum felagsins.

Mánadagin og týsdagin savnast nærum 100 Neistaleikarar í aldrinum frá 10 til 14 ár í Kollafirði. Leikarnir gista á skúlanum og á skránni er hondbóltsvenjing í ítróttarhøllini, svimjing, rørsluvenjingar í fimleikahøllini, renning uttandura, ástøðilig undirvísing og sosial tiltøk í skúlanum.

Flestu venjarnir í felagnum eru við og leggja ungu leikarnum lag á, millum annað Jónleif Sólsker og Flemmng Raben sum dagliga venja bestu liðini hjá Neistanum. Høvuðsvenjari á hondbóltsdøgunum er Sigrun Mikkelsen, sum hevur verið felagnum ein dyggur stuðul, fyrst sum leikari og seinnu árini sum venjari.

Á hondbóltsdøgunum verður dentur lagdur á einstaklinga tekniska og kropsliga venjing. Evni sum arbeitt verður við, eru millum annað kvikleiki, javnvág, samskipan, styrki, bóltførleiki, samstarv og teknisk menning. Alt hettar sum er so týðandi, í menningini sum hondbóltsleikari.

Ungu Neistaleikararnir hava komandi dagarnar nógv at síggja fram til, og vónandi læra tey nógv sum kann brúkast framyvir á hondbóltsleiðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo