Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Neistin: Í ár er einki undantak í so máta. Saman við yvir 20.000 hondbóltsleikarum úr øllum heiminum, er vælmannaður hópur, uml. 200 fólk úr Neistanum í hesum døgum í Gøteborg til kappingina.

Partille Cup 2018 byrjar í dag, týsdagin 3. juli,  og 10 lið úr Neistanum fara í eldin at kappast.

Seinastu dagarnar er streymur  av Neistafólki farið til Gøteborg, har kappingin verður hildin.

Fyrstu fóru við Norrønu hósdagin og fleiri fóru við flogfari leygardagin og sunnudagin.

Umframt Neistan, er eisini føroyska U16 landsliðið við gentum við í European Open kappingini, sum eisini er í Gøteborg hesa vikuna.

Neistin er eitt av størstu hondbóltsfeløgunum í Føroyum, og hevur nógv virksemi alt árið runt.

Umframt hondbóltsliga menning, verður í felagnum stórur dentur eisini lagdur á trivnað og samanhald.

Hondbóltsferðin er einki undantak, og gott høvið at samansjóða øll tey mongu, sum eru partur av Neistanum, leikarar, foreldur, venjarar og hjálparfólk annars.

At venja fram til altjóða kapping, spæla dystir, og annars hitta aðrar hondbóltstjóðir er hondbóltsliga mennandi fyri leikarar í øllum aldri.

Neistin metir seg fáa væl burturúr ferðunum til Partille Cup og gleðir seg at fylgja liðunum komandi dagarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo