Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Líkt er til at tað hevur eydnast Nema at leggja sjógv til árini, tá helvtin varð høgd av eginpeninginum ár eftir ár.

Nærum tvær milliónir lógu eftir á botnlinjuni í fjør, hóast bruttovinningurin minkaði tvær milliónir, úr 26 niður í 24 mió kr.

Starvsfólkakostnaðirnir og aðrar útreiðslur minkaðu samsvarandi og tí kundi Nema, sum er ein samanrenning av gomlu siðbundnu fyritøkunum Farodane og Com-Data, vísa á lutfalsliga góða úrslitið. Í øllum førum um vit seta tað í samband við árini frá 2008 til 2014, tá samlaða undirskotið var yvir 75 mió kr og eginpeningurin minkaði niður í 7 mió (2014) úr 71 mió (2007).

Leiðslan sigur úrslitið ikki vera nøktandi og sigur eisini, at arbeitt verður alla tíðina við at betra um raksturin og brúka ognirnar meira og betri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo