Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Vinna

Lítið er eftir av føroyska stoltleikanum frá tíðini, tá føroyingar høvdu stórar vónir um ein oljuvinnu sum skuldi kasta nógv av sær til føroyska samfelagið.

Atlantic Petroleum endar nú mest sannlíkt á útlendskum hondum, tað sigur Birgir Durhuus, nevndarformaður við Oljuportalin.

Tá føroyski stjórin seinastu nógvu árini gevst 1. desember, og nýggjur bretskur stjóri tekur við, er tað kanska bara seinasta staðfestingin av, at felagið í dag ikki er meira føroyskt enn so nógvar aðrar fyritøkur.

- Ben Arabo hevur seinastu árini verið ímyndin av Atlantic Petroleum, og tað er í stóran mun honum at takka, at felagið er komið úr tronganum. Eisini hevur felagið havt hollan stuðul frá føroyskum íleggjarum og fíggjarfyritøkum, men útlendska árinið er eisini sterkt í dag, og mest sannlíkt er, at felagið endar á útlendskum hondum, um úrslit spyrst burtur úr okkara átøkum komandi mánaðirnar, sigur Birgir Durhuus við Oljuportalin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo