Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Starvsmannafelagið: Tveir nevndarssessir stóðu fyri vali, tá Starvsmannafelagið hevði aðalfund seinnapartin.

Vald í nevndina blivu Noomi K. Rasmussen, sum starvast í Sunda kommunu og Hilmar Augustinussen, sum arbeiðir á Gjaldstovuni. Noomi varð fyrstvald og og Hilmar Augustinussen var næstvaldur. Noomi er nývald, meðan Hilmar varð afturvaldur.

Sum eykavald vóru Jóngerð Simonsen og Svend Erik Saxov, sum fingu ávíkavist triðflestar og fjórðflestar atkvøður.

Nevndarlimirnir í Starvsmannafelagnum verða valdir fyri trý ár í senn, og skuldu tveir sessir mannast hesaferð.

Á myndini síggja vit nevndina í Starvsmannafelagnum, eftir aðalfundin seinnapartin, f. v. Noomi K. Rasmussen, Svend Åge Seloy, Súni Selfoss, Hilmar Augustinussen og Bjørg Jacobsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo