Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vinna

F.v. Jan Petersen, formaður, Frimodt Rasmussen, næstformaður, Rani Nolsøe, Elsubeth Poulsen, peningarøkil, Heini Hansen, Jógvan við Keldu, samskipari

Vinnulívsráðið í Klaksvík hevði aðalfund mánadagin 20. mai, har ávís útskifting var í nevndini.

Karl Birgir Isaksen og Hilmar K. Danielsen, sum hava sitið í nevndini ávíkavist í 15 og 10 ár, ynsktu ikki afturval hesaferð.

Fyri teir báðar komu í nevndina, Jan Petersen og Frimodt Rasmussen.

Á nevndarfundi fríggjadagin 28. juni, skipaði nevndin seg soleiðis:

Jan Petersen, formaður
Frimodt Rasmussen, næstformaður
Elsubeth Poulsen, peningarøkil
Rani Nolsøe
Heini Hansen

Vinnulívsráðið varð stovnað í kreppuárinum 1992, har flestu fyritøkur í Klaksvík og sum hava tilknýti til Klaksvík, eru limir. Ídag eru 55 fyritøkur limir í ráðnum.

Allar fyritøkur sum hava tilknýti til Klaksvík og Norðoyggjar, kunnu tekna seg sum lim.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo