Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Løgreglan fekk í morgun kl. 06.37 fráboðan frá eini 52 ára gamlari kvinnu um, at hon var neyðtikin á einum búðstaði í Havn í nátt. Kvinnan er avhoyrd og læknakannað í morgun, eins og vitnir eru avhoyrd.

kl. 10.05 í morgun handtók løgreglan ein 60 ára gamlan mann og skuldsetti hann fyri neyðtøkuna.

Hann varð framstillaður í grundlógaravhoyring kl. 14.00 í dag, har hann varð varðhaldsfongslaður í 4 vikur, soleiðis at hann ikki kann ávirka vitnir og harvið forða kanningararbeiðinum.

Fleiri avhoyringar og tekniskar kanningar skulu gerst í málinum, sigur løgreglan í einum tíðindaskrivi í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo