Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Føroyskir Sálarfrøðingar hava júst luttikið á fundum í Keypmannahavn fyri norðurlendsku feløgini fyri sálarfrøðingar, og ein av niðurstøðunum var ein felags áheitan á politisku avgerðartakarar í Norðurlondum:

Viðurkennið tørvin fyri at fara til verka! Tiltøk mugu raðfestast í mun til sálarheilsu og fyribyrging av sálarsjúku.

Enn er gjógvin millum tað, vit vita gagnar og tað, sum verður gjørt, ov stór.

Áheitanin, er send Føroya løgmanni, umframt Heilsu- og Innlendismálaráðnum, Almannamálaráðnum, Mentamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum.

Tørvurin á at størri dentur verður lagdur á sálarheilsu er ikki bara í Norðurlondum, men í øllum heiminum.

Sambært WHO stríðast fleiri enn 350 milliónir menniskju í heiminum við tunglyndi, og norðurlendsku feløgini fyri sálarfrøðingar stuðla tilmæli frá ST um rættin til góða sálarheilsu.

Sí áheitan her

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo