Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Innlendis ítróttur

Norra vann 2-0 í kvøld ímóti Føroyum í EM-undankappingardysti á Tórsvølli.

Støðan í hálvleikinum var 0-0.

Bjørn Johnsen gjørdist stóra hetjan hjá norðmonnum og skjeyt bæði málini - ta fyrra í 48. minutti, ta seinna í 83. minutti.

Føroyar høvdu nakrar heilt stórar málmøguleikar í dystinum og burdu havt skorað til 1-1 í 74. minutti, tá Odmar Færø kom at standa einsamallur í norska brotssteiginum. Hann fekk høvdið á eitt innlegg úr høgru síðu, men tíverri fyri Føroyar fór bólturin á stongina, og eingin føroyingur megnaði at seta fótin á returin.

Hevði VAR verið í gildi, høvdu Føroyar møguliga fingið brotsspark í sambandi við jústumrødda málmøguleikan hjá Odmari. Hyggur ein eftir endurtøkunum sæst nevniliga, at Klæmint Olsen varð hildin í troyggjuna, tá bólturin kom út aftur í brotssteigin eftir stútaran hjá Odmari.

Innskifti Ola Kamara mundi økt til 2-0 fyri Norra í 58. minutti, eftir at norðmenn komu ov lætt framvið Odmari Færø í vinstru síðu. Tað var eisini Odmar, ið misti markeringina í sambandi við 1-0 málið hjá Norra.

Sostatt kann ein siga, at Odmar kom at spæla ein avgerandi óhepnan leiklut í teimum heilt avgerandi løtunum í dystinum.

Norra sannførdi ongan á Tórsvølli og var heldur heppið at sleppa avstað við teimum trimum stigunum.

Norðmenn høvdu bert eina veruliga góða løtu í dystinum - teir fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki -, og var tað tá, at teir fingu málið til 1-0..

Føroyar spældu sera væl í kvøld - hetta var tað besta føroyska avrikið síðan heimadystin ímóti Ungarn í oktober 2016 -, men enn einaferð kom mótstøðuliðið ov lætt til málini.

Her verður serliga hugsað um 1-0 málið, tí 2-0 málið kom, eftir at Lars Olsen hevði satsað offensivt og broytt formatiónina frá 4-4-2 til 3-5-2 í seinna hálvleiki. 

Føroyar høvdu uppiborið betur, men fingu einki heim við, tí teir vóru ikki nóg kýniskir - ella høvdu ikki tað neyðuga hepnið við sær -, tá tað veruliga galt.

C'est la Vie.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo