Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Vinna

Ætlanin á Glyvursnesi gongur í stuttum út uppá, at bygdur verður ein golfvøllur við 9 holum, sum í næsta byggistigi kann útbyggjast til 18 hol, skrivar Tórshavnar kommuna í dag á heimasíðu sínari.

Samstundis skal arbeiðast við at útvega ein innandura simulator, sum er ein nýskapandi háttur at læra børn, vaksin og eldri at spæla golf.

Mentamála- og fíggjarnevndin hava tikið undir við, at bygdur verður golfvøllur við 9 holum - tó so, at tað skal bera til at byggja vøllin út til 18 hol seinni og at fyrireika útvegan av Smart Range.

Smart Range er ein innandura golfsimulator, ein talgild loysn, sum í ávísan mun kann koma í staðin fyri ella supplera ein vanligan "driving range", sum er ein stórur og lendiskrevjandi venjingarvøllur.

Fyrimunur við Smart Range er harumframt, at tað er ein nýskapandi háttur at introdusera golfspælið bæði til børn, vaksin og eldri, at skapa forvitni og draga nýggjar íðkarar til.

Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.

Kringvarpið sigur í dag, at fyrsta byggistigið verður gjørt árini 2018 til 2022, trý hol um árið. Tá, í 2022, verður avgjørt, um haldast skal fram alt fyri eitt, ella tað verður seinni.

Fyrsta byggistig kann gerast í syðra økinum á Glyvursnesi.

Býráðið í Havn samtykti í gjárkvøldið, sambært KVF, at gera heildarætlan fyri Glyvursnes, so grótbrotini og aðrar verkætlaninir hjá kommununi eru tiknar við í ætlanini um golfvøllin.

Golfvøllurin er mettur at kosta 27 mió. kr. Kostnaðurin næsta ár verður fýra milliónir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo