Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Tiltøk

Nú jólini nærkast og nógv er at eta og hugnin er í hásæti, so er eisini umráðandi at fáa eitt sindur av frískari luft og nakað av rørslu.

Tí skipar rørslufelagið í Suðuroynni, Hvistan, fyri hugnaligar Nissurenning í dag kl 17.00. Og áhugin tykist stórur, tí longu áðrenn tiltakið, so hava nakrar flogbóltsgentur úr TB boða frá luttøku, umframt tey ið Hvistuni og onnur, sum plaga at luttaka.

Við stuttari upphitan og kunning, saman við jólaligum tónleiki verður fari ein túr gjøgnum Tvøroyri, og út aftur til har tað heila byrjar, við nýggja skrivstovubygningin hjá Varðin Pelagic.

Á málinum verður okkurt gott til tey luttakandi, umframt at nakrar jólakurvar verða burturlutaðir millum tey luttakandi.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin við, til hetta næst seinast tiltakið hjá Hvistuni í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo