Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

1. Tað er helst holað ella innanopið.
Reint gull er tungt. Og hevði tað verið massivt hevði tað helst vigað eini 70 kilo. Og tað ger tað ikki, sæst á øllum brøgdum, tá tað verður lyft upp um høvd av glaðu vinnarunum.

2. Tað er ikki til ognar
Vinnandi tjóðin sleppur at halda á steypinum, gamaní, myndir verða tiknar og so framvegis. Men steypið, teir fara heim við, er eitt annað sum bæði er minni og knapt so flott. Tað er uttan iva eisini minni vert. Fifa fer heimaftur við originalinum.

3.  Tað er ikki originalurin
Veruliga steypið varð latið til Brasilia í 1970, eftir at landið hevði vunnið HM tríggjar ferðir á rað.

4. Originalurin bleiv stolin
Originala steypið varð stolið í Rio de Janiero í 1983. Tað varð ongantíð funnið og er helst smeltað um og selt. Tað var eisini stolið í 1966 frá eini framvísing í London, men tá varð tað funnið aftur.

5. Tað er ikki eitt ordiligt steyp
Tað ber ikki til at drekka úr tí, tí skapið er so, at har er ongin koppur at drekka úr (sum tað gamla hevði). Tískil er steypið í veruleikanum ikki eitt steyp.

kelda: The Guardian

Gamla og originala steypið bleiv stolið á eini framsýning í Brasil og er ongantíð funnið aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo