Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Synergi: Tann 3. november bjóðað vit fram eitt sera spennandi og nógv eftirspurt skeið við Connie Nissen, ergoterapeuti. Dagurin verður skipaður sum ein blanding ímillum teori og praksis.

Á skránni:

·         Hugtøkini sansamotorikkur og sansaintegratión verða gjøgnumgingin og sett í ein samanhang, soleiðis at tað kann nýtast í dagliga arbeiðinum við børnum

·         Neyvlýsing av hvønn tørv børn hava á tøttum sambondum og góðum tilknýti

·         Ein stutt teoretisk innleiðsla um heilan við fokus á kensluliga handfaring, tilknýti og sambond

·         Hvussu kann "vakinheitsstøði"(arousal) hjá børnunum hanga saman við sambondum og handfaring av kenslum?

·         Hvørjar avleiðingar kann tað hava fyri okkum, tá nøkur børn hava trupulleikar við at handfara kenslur.

Vit royna teoriina í verki
Ígjøgnum skeiðið verða nógv dømi um, hvussu atburður, lag, motorisk menning og læring hjá børnunum kann verða ávirka av nevndu evnum.

Eisini verða venjingar, har vit fara at royna teoriina í verki.

Skeiðið vendir sær til tey, sum arbeiða við børnum í aldrinum 0-7 ár

Eitt nú:

·         Námsfrøðingar

·         Hjálparfólk

·         Ergoterapeutar

·         Fysioterapeutar

·         Sálarfrøðingar

·         Heilsusystrar

·         v.fl.

Gleð teg til eitt spennandi skeið. Nøkur pláss eru eftir. Tekna teg HER ella á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo