Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Onnur tíðindi

Talið á ferðafólki í Íslandi er minkað nógv í ár. 

Iceland Monitor skrivar, at í mai í ár vóru 173.000 ferðafólk í landinum, ein afturgongd á 17 prosentstig í mun til mai í fjør, tá 209.000 ferðafólk komu til landið.

Samlað sæð fyri 2. kvartal í ár er talið á ferðafólki í Íslandi minkað við 20 prosentstigum í mun til sama tíðarskeið í fjør. Í fjør var talið 448.000 fólk, meðan tað í ár var 390.000 fólk fyri 2.kvartal.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo