Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Danir, sum um ein mánaða skulu senda hermenn og útgerð til Afrika at hjálpa fransmonnum í stríðnum ímóti yvirgangi í fleiri fyrrverandi hjálondum, eru farnir at ivast.

Í síðstu viku samtykti fólkatingið, at danski herurin skal senda tvær tyrlur og 70 hermenn at hjálpa fransmonnum, og at hjálpin skal vara í minst 12 mánaðir.

Alment er endamálið við Operation Barkhane, sum fransmenn nevna átakið, at niðurberja islamistar í fyrrverandi hjálondunum Mali, Mauretania, Burkina Faso, Niger og Tchad.

Men ítøkiligu krígshandlingarnar benda á, at endamálð í veruleikanum er at stuðla røkja fronsk áhugamál við at stuðla teimum, sum eru vinarliga sinnað ímóti Fraklandi.

Altinget skrivar, at bæði í Vinstra og Eindarlistanum eru røddir sum ivast í endamálinum.

Eitt nú sigur framsøgumaðurin í verjumálum, Karsten Lauritzen, at Danmark ikki uttan víðari eigur at lata seg spenna fyri ein franskan vogn.

- Sjálvandi røkir Frankaríki egin áhugamál. Vit skulu bara vera greið yvir, hvat tað er vit eru ein partur av, sigur hann.

Franska átakið í Afrika, sum Danmark nú gerst partur av, er tað størsta av sínum slagi. Tað hevur verið rópt franska Afghanistan-kríggið, og fleiri serfrøðingar hava sagt seg ivast í, hvussu Frankaríki skal sleppa burturúr stríðnum.

Talan er um eitt stórt landaøki. Tey fimm afrikansku londini eru yvir 500.000 ferkilometrar størri enn øll 28 ES londini tilsamans.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo